
Leygardagin tekur FC Suðuroy ímóti EB/Streymi á Eiðinum í Vági. Hetta er seinasti dystur áðrenn summarsteðgin hjá 2. deild.
FC Suðuroy skal reisa seg eftir 2-0 tapið ímóti B68 í farnu viku. EB/Streymur vann hinvegin 8-1 á KÍ á heimavølli, so teir koma helst suður við ávísum sjálvsáliti.
Sum vant verður dysturin stroymdur á Youtube-kanalini hjá FC Suðuroy TV. Byrjað verður kl. 12.50.