Stuðulsrenning týsdagin 30. august kl. 18.

Týsdagin 30. august kl. 18 skipar FC Suðuroy fyri stuðulsrenning á Eiðinum, har allir leikarar hjá felagnum fara at renna – frá teimum ynsktu til tey elstu 😊

Leikarar hava fingið seðlar heim við at finna sær stuðlar (hesir seðlarnir takast vestur við týskvøldið) – og verður lutakast millum allar stuðlarnar til stuðulsrenningina, har vinnarin fær eina Napoleon Travel Q Pro 285 gasgrill (virði 4.390 kr.). Eisini verður lutakast millum øll sum renna, har 3 vinnarar fáa eina gávukurv.

Stuðulsrenningin byrjar kl. 18 og FC Suðuroy bjóðar foreldrum, systkum, ommum og abbum og øðrum við vælkomnum vestur á Eiðið til eina hugnaliga løtu, har FC Suðuroy bjóðar grillaðar pylsur og kaffi / te og kakur.

Øll eru hjartaliga vælkomin – okur síggjast á Eiðinum kl. 18 týskvøldið 😊