Taptu á Argjum

Útidysturin ímóti AB á Argjum gjørdist sum væntað ein trupul dystur, sum vit eisni taptu 1-3.

Ikki tað okkara menn byrjaðu væl og tá 11 minuttir vóru spældir fingu vit brotsspark, sum Ari K. Poulsen skoraði – og so var støðan 1-0 til okkum.

Hendan støðan helt sær longi og okkara menn stríddust fyri at fáa stig suðuraftur við. Men í 72. minutti javnaði AB. Og seinasti 5 minuttirnar av dystinum fingu teir tvey mál afturat, soleiðis at dysturin endaði 1-3.

Tórsdagin, Skertisdag, gongur leiðin aftur norður til Havnar, tá HB tekur ímóti í Gundadali í 1. umfarinum í Løgmanssteypinum.