FC Suðuroy varð stovnað 1. jan. 2010 við tí endamáli at savna øll fótbóltsfeløgini í Suðuroynni saman í eina sterka eind, sum veruliga kann bjóða av frammi í oddinum í føroyskum fótbólti.
VB og Sumba hava samarbeitt síðan 2005, og hevur tað borið somikið væl til, at vit í 2010 aftur skulu spæla í bestu deildini. Gamla felagið VB / Sumba vil fegið hava hini bæði fótbóltsfeløgini við í FC Suðuroy, men tað var ikki mett at vera ráðiligt, at bíða við at stovnseta FC Suðuroy til øll feløgini vóru komin uppí samstarvi. Tí varð FC Suðuroy stovnsett 1. jan. 2010 og valt varð at broyta leikbúnar osv, soleiðis at tá hini feløgini koma uppí verður navnið og leikbúnarnir ikki nøkur forðing.
Mett var, at allir suðuroyingar kundu taka væl ímóti navninum FC Suðuroy. Navnið er umboðandi alla oynna og allar fótbóltsáhugaðar suðuroyingar. Leikbúnarnir eru bláir, tí hesin litur er sum himmalin og havið, eins og vit ikki “taka” litin hjá nøkrum øðrum felagið í fremstu deildini. Útivallarbúnarnir eru hvítir, tí mett var at onki annað felag hevur búnar, sum líkjast bæði bláum og hvítum. Hvítt er eisini ein neutralur litur, sum flest øll kunnu taka undir við.