FC Suðuroy vann ein tryggan 3-0 sigur á útivølli við Stórá ímóti TB seinnapartin leygardagin.
John Marni Lindenskov legði tíðliga í dystinum FC Suðuroy farum 1-0. Heri Kjærbo gjørdi tað til 2-0 í 33. minutti og var hetta eisini hálvleiksstøðan. Í 71. minutti gjørdi Ari K. Poulsen tað til 3-0, sum eisini var endaliga støðan.
1. umfar í 2. deild endaði við 5 sigrum / 5 tapum, so stigatalvan sær soleiðis út eftir 1. umfar.
FC Suðuroy tekur leygardagin 6. juni ímóti Skála á Eiðinum í Vági.
