Tveir góðir venjingardystir

Fyrireikingar til kappingarbyrjan eru í hæddini, nú tað eru tvær vikur til kappingin byrjar.

Í vikuni hevur 2. deildarliðið hjá monnum spælt tveir venjingardystir.  Ónskvøldið var dystur ímóti Betriliðnum hjá TB við Stórá. Og leygardagin var dystur ímóti FC Hoyvík í Hoyvík.

TB-FC Suðuroy 1-3

FC Suðuroy var á odda 3-0 áðrenn TB minkaði um munin. Málini hjá okkum gjørdu Fríði, Alexander og Ioba.

FC Hoyvík – FC Suðuroy 0-6

FC Suðuroy vann ein sera sannførandi 6-0 sigur. Málini gjørdu Hans Fríður 3 mál, Alexander, Emmanuel og Pætur gjørdu 1 mál hvørt.