Leygardagin var ársins fyrsta kapping hjá U11, ið var á Strondum.
Tað var eitt skert U11 lið, ið fór longu leiðina inn á Skálafjørðin. Bert 5 U11 leikarir vóru tøkir til kappingina, men við hjálp frá U9 leikarum, varð liðið mannað.
Teir sum mannaðu liðið vóru Heðin, Jónatan, Mattias, Páll, Uni, Helgi og Bogi.
Dreingirnir fingu eina sera góða byrjan uppá kappingarárið.
Fyrsti dysturin var ímóti NSÍ, har okur vunnu 5 – 0. Dysturin byrjaði eitt sindur varliga frá okkara dreingjum, men aftaná at Mattias hevði byrjað málveitsluna, var einvegis ferðsla og NSÍ bleiv runnið um koll.
Næsti dysturin var ímóti HB, har okur ruddiliga vunnu 7 – 1. Her vístu dreingirnir sera gott fótbóltspæl og fleiri av málinum komu aftaná flott kombinatiónsspæl.
Seinasti dysturin var ímóti Skála, ið saman við okkara liði, er tað sterkasta í bólkinum. Her var Skála við yvirluta og vann heili 5 – 1. Sigurin var rættvísur, men úrslitið avmyndar ikki gongdina í dystinum. Skála koma tidliga á odda, men okkara dreingir svaraðu aftur og striddist alt tað teir vóru mentir. Í fleiri førum var tað fyri okkum heldur stong út enn stong inn. Ímóti endanum av dystinum byrjaði orkan at ganga undan og Skála fekk lættari spæl. Helst var tað, at vit ikki høvdu nakran útskiftara við og ikki kundu hvíla á sama hátt sum hini liðini.
Alt í alt ein góð kapping, har dreingirnir blivu eitt upplivilsi ríkari.