U11 gentur góða framgongd

U11 genturnar hjá FC Suðuroy sum fyri fyrstu ferð spæla fótbólt í ár vísa góða gongd.

Í mars byrjað 5 gentur at venja, nú eru tær upp í 18 gentur.

Í dag var kapping á Toftum. Okkara gentur vóru sera raskar. Vunnu 1-0 ímóti B68 og 1-0 ímóti Víkingi, seinast taptu tær 0-5 ímóti Víkingi. Seinasta dystin ímóti KÍ taptu genturnar 1-3.

Stuttliga at síggja hvussu gentufótbólturin hjá FC Suðuroy mennir seg við ferð.