U15 dreingir hjá felagsliðnum vóru í dag á Skála, har dystur var í steypakappingini, Cadbury-steypið, ímóti Skála.
Suðringar vóru væl betri og vunnu eisini dystin uppiborið 3-2. Hálvleiksstøðan var 0-0.
Tað var annars Skála, sum legði seg á odda 1-0. Men stutt eftir javnaðu Suðringar, tá Alexander Holm Kilgour skoraði uppá brotsspark.
Síðani skoraði Emil Magnussen tvey skjót mál, soleiðis at støðan bleiv 3-1. Skála minkaði áðrenn dystarlok til endaliga úrslitið 3-2.
Suðringar hava harvið vunnið seg víðari í kappingini um Cadbury-steypið. Og í fjórðingsfinaluni skulu dreingirnar møta FC Hoyvík á heimavølli og hetta verður 18. Mai.

