U15 hjá dreingjum spæla í ár á felagsliði saman í Suðringum (TB/FC Suðuroy/Royn) eins og í fjør. U15 dreingir skuldu spæla fyrsta dyst farna vikuskiftið, men hesin dysturin varð útsettur. So heimadysturin ímóti B68 við Stórá í dag var fyrsti dystur í árinum.
Líkindini til fótbólt við Stórá vóru á góðari leið, eitt sindur av vindi var út eftir vøllinum, men hetta darvaði ikki spælinum.
Okkara dreingir vóru í dag væl betri enn B68. Hóast javnleik 0-0 í hálvleikinum, so var talan um greiða yvirvág til Suðringar – og ein vælleikandi B68 málverji forðaði fyri at nakað mál kom í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki spældu okkara dreingir undan vindinum. Trýstið á B68 málið var eisini stórt allan seinna hálvleik.
Fyrsta málið hjá Suðringum kom eftir horna, har bólturin endar hjá Olivur Thomsen, sum skorar til 1-0.
Løtu seinni gerst Alexander Holm Kilgour leysur og einsamallur við málverjan ger hann tað til 2-0.
Og lítla løtu seinni skoraði Emil Magnussen til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslit.
Suðringar vunnu sostatt ein greiðan 3-0 sigur í ársins fyrsta dysti.
