U21 Nýggja deildin

Nyggja U21 deildin

NÝGGJA U21 DEILDIN OG U21 LIÐIÐ HJÁ OKKUM SUÐUROYÐINGUM

Við til at varveita fótbóltsáhugan og menna okkara ungu leikarar,
sum partur av ungdómsdeildini.

Deildin við fleiri árgangum, gevur øllum feløgum betur møguleika at luttaka.

U21 deildin er komin í staðin fyri U18 deildina frá í fjør.

Deildin sær út til at virka gott, men kann gerðast enn betur
m.a. við betur planlegging.

Fyri fyrstu ferð í nógv ár er eitt lið úr Suðuroynni
við ímillin elstu liðini í ungdómsdeidlini, sum nú eitur U21.

Í nýgggju U21 deildini eru tað fýra árgangir, sum spæla saman.
Hesir eru 1997, 1998, 1999 og 2000.

Broytingin hevur við sær, at vit í Suðuroy hava klára at mannað lið til kappingina.

Tað eru annars nógv ár síðan, vit klárðu at manna lið í gomlu U18
og áðrenn tað U19 deildini.

Umkring 20 leikarar eru við til venjingarnar, sum eru tvær ferðir um vikuna.
 

Endamálið, at varveita so nógvar leikarar innan fótbóltin so leingi sum gjørligt

Tað hevur í nógv ár verið ein trupuleiki, at leikarar gevast ella velja annan ítrótt, tá teir náa ein ávísan aldur. Hetta skal U21 deildin verða
við til at broyta.
Tað eru nógvir fyrimunir við U21 deildini, og her fari eg at nevna nakrir.

  • Fleiri leikarar, sum áður bara sótu á bonkinum hjá besta liðnum í
    felagnum, fáa nú spælitíð hvørt vikuskiftið.
  • Leikarar sleppa at spæla longri saman á sama liðið, nú deildin fevnir
    um fleiri árgangir, heldur enn at verða skiltur sundur ímillin fleiri ymiskar deildir. Hetta gevur teimum tað felagskendslu, sum teir nokk
    hava mangla áður.
    Kendslan, av at hetta er okkara lið, er uttan iva við til at varveita áhugan hjá leikarum at halda áfram at spæla fótbólt.
  • Fleiri árgangir fer uttan iva við tíðini at geva fleiri lið/leikarar
    enn í einari møguligari U19 deild, sum bara er tveir árgangir
  • Vit kunnu venja teir saman tvey ár afturat aftaná U19 .
  • Leikarar belastaðir tilpass. Ein trupuleiki eg havi sæð í nógv ár er,
    at nógvir leikarar verða ikki belastaðir nokk fyri at mennast optimalt. Hinvegin hevur man valt at brúka alla orkuna uppá tann/teir fáu, sum verða yvirbelastaðir.
  • Ofta hava teir eisini betri venjarar enn eitt nú 2. og 3. deildarliðum,
    har tað kemur fyri at slett ongin fastur venjari er og harvið ofta óreglulig venjing.
  • U21 belastartar leikarar minni enn ein møgulig U19 deild, sum bara var tveir árgagnir og belastar okkara U17 leikarar minni nú, hesir høvdu
    annars ofta vóru fastur partur av U19. Her kann eg nevna, at vit í fýra fyrstu dystunum bara hava havt ein U17 leikara við, og tað vikuskiftið spældi U17 liðið ikki dyst.
  • Góður møguleiki hjá U17 leikarum at mennast eyka, uttan at blíva yvirbelataðir, tí vit her hava fleiri árgangir saman og tí kunnu lata okkara U17 leikarar sleppa upp á U21 í passandi mun til at mennast eyka.
  • Vit síggja fleiri leikarar, sum annars vóru givnir ella bara spældu
    onkran hendinga dyst á 3 deild, nú koma aftur og teir spæla og venja
    fast við U21 í dag.
  • Gevur øllum feløgum í Føroyum betur møguleika at manna lið, sammett við U18/U19. Longu nú síggja vit fleiri øki í landinum verða við, her eru vit
    eitt tað besta dømi. Og við góðari planlegging kunnu enn fleiri feløg
    verða við í deildini.
  • Langtíðarplanlegging sum heilt sikkurt fer at síggjast aftur við fleiri betri leikarum.

   Hvat kann gerðast enn betur

  • Planlegging er avgerðandi fyri, at stórt sæð alt skal virka.
    Tað er eisini í stóran mun galdandi her.
  • U21 dystirnir mugu leggjast aftaná, at 1. deild og betri deildin hava spælt.
  • 1. deild og U21 skulu ikki spæla sama dag, tí fleiri leikarar spæla fast á 1. deildarliðnum í felagnum.
  • U21 má spæla aftaná betri deildina og ikki áðrenn, tí fleiri av okkara U21 leikarum sita “fast” á bonkinum í betri deildini. Og fáa okkurt vikuskifti onga spælitíð. Hetta átti at verði álagt øllum feløgum í Føroyum, so eingin ivi var um hetta. Harvið høvdu vit fingið so nógvar sum gjørligt í dyst hvørt vikuskiftið og høvdu sloppið undan at “planlagt” tíðspunkt fyri U21 dystirnir.
  • U21 deildin telur I dag 11 + 5 (16 leikarar tilsamans).
    Hetta eigur at verða broytt til 11 + 7 (18 leikarar tilsamans).
    Her er talan um at varveita leikarar so leingi sum tilber.
    Tað gera vit betur við at hava so nógvar við sum tilber.
    Ikki sum nú har vit seta nakrar eftir. Fleiri vit eru til hvønn einstakan dyst, minni verður møguleikin fyri at yvirbelasta tann einstaka leikaran. Tá kunnu vit betur stýra akkurát, hvussu nógv hvør einstakur leikari kann spæla ella belastast.
  • Eitt annað er at minka talið av leikarum á Betri deildini.
    Heldur enn at teir har eru 11 + 7. Skuldu teir verði
    11 + 5. Tað er ikki við til at varveita varandi fótbóltsáhuga hjá einum ungum leikarum, at sita sum 17 ella 18 maður á bonkinum hjá betri deildini. Hetta kann kanska verða í miðal 5 tímar. Leikarin so skal til at fyrireika seg til ein U21 dyst aftaná betri dystin, ella sleppur hann als ikki at spæla, um U21 dysturin ikki er planlagdur til at liggja aftaná betri dystin.

Vansar

  • At feløgini ikki taka deildina til sín.
  • At onkur einstakur leikari verður yvirbelastaður.
    Hesin møguleiki er tó minni enn áður við U18 og við einari U19 deild
  • At feløg planleggja liðið til at spæla skeiv tíðspunkt, soleiðis at endamálið ikki verður rokkið. Tað kann verða sama dag sum 1. Deild ella áðrenn betri dystin.

Samanumtikið haldi eg, at hetta er eitt fantastiskt átak frá FSF.
Vónandi fara øll feløg at taka deildin til sín, og hugsa deildina inn í
eina framhaldandi leikaramenning, av okkara ungu leikarum.

Jón Pauli Olsen Høvuðsungdómsvenjari FC Suðuroy – TB/FCS/ROYN