Týsdagin 4. september vóru fleiri av ungu kvinnuligu leikarunum hjá FC Suðuroy á útferð til kvinnulandsdystin á Tórsvølli ímillin FØROYAR og TYSKLAND.
Okkara U11, U13 og U15 gentur luttóku á útferðini. -Og fingu okkara ungu kvinnuligu leikarar møguleika at síggja dystin og vónandi kann eggjar hetta til at skapa varandi áhuga fyri fótbóltinum.
Fleiri myndir eru frá útferðini á Facebook bólkinum hjá FC Suðuroy.