Venjaratiltak 11.05.21

Venjarirnir hjá FC Suðuroy vórðu í týskvøldið 11.05.21 til ein “live stream” fyrilestur í Garðslon.
Fyrilestrahaldarin var Andy Williams úr Onglandi og heitið á fyrilesturinum var “Coaching mastering”.
Aftaná fyrilesturin bjóðaði felagið ein góðan bita og venjarirnir hugnaðu sær óført.
Takk fyri eitt gott kvøld og somuleiðis takka vit tykkum venjarum, fyri tykkara arbeiði í felagnum

Aftast.
Jón Pauli Olsen, høvuðsungdómsvenjari, Sámal Midjord, formaður í ungdómsdeildini, Eyðbjørn Thomsen, venjari U17 dreingir, Dan Djurhuus, venjari U15 dreingir, Pól Thorsteinsson, venjari U9 dreingir, Sigmund Mikkelsen venjari U11 dreingir, Michael í Lágabø, venjari U7 dreingir, Dennis Nielsen, venjari U17 dreingir, Miriam Pedersen, venjari U7 & U9 gentur og hjálparvenjari fyri øll hini gentuliðini hjá fcs.

Fremst
Marita Gunnarstein Nielsen, venjari minifótbóltur, Danjal Johan Joensen, venjari U15 dreingir, Gunnar Petersen, venjari U11 gentur, Christian Njøten, venjari U15 dreingir, Palli Augustinussen, venjari 1. deild menn, Finn Johannsen, venjari U13 dreingir.