Verkætlan: Venja og menna bæði beinini

YMISKT LITAÐIR FÓTBÓLTSSOKKAR SKULU MINNA OKKUM Á ALTÍÐ AT VENJA/MENNA BÆÐI BEININI TIL VENJING OG Í DYSTUM

VERKÆTLANIN

Leggur serligan dent á altíð at minnast til at venja bæði beinini, tá vant verður.

Verður galdandi fyri øll liðini hjá FCS gentur og dreingir og felagsliðini hjá dreingjum í ungdómsdeildini, har FCS er við.

Tað vil siga heilt frá U21, sum er nýggja deildin, har vit hava felagslið, og niður til okkara U7.

Verður partur av okkara ungdómsmenningarætlan, har vit hugsa menning við øllum okkara barna- og ungdómsleikarum. Heilt frá okkara yngstu U7 leikarum, til okkara elstu leikarar, sum nú er U21.

HVÍ HESA VERKÆTLAN

Tá vit hugsa leikaramenning, er tað umráðandi eisini at venja tað veikara beinið hvørja venjing og ikki bert tað sterkara.

Tá vit hava lítið pláss og lítla tíð at virka, er tað ein stórur fyrimunur at kunna nýta bæði bein ”líka gott” í spælinum. Heldur enn at skulu flyta bóltin yvir til tað sterkara beinið.

Tað er skjótt at gloyma akkurát hendan partin av leikaramenningini burtur í venjingunum, tá vant verður. Venjarin hevur nógv annað, hann skal minnast til.

Tí vit síggja, at okkara leikarar kunnu blíva betur teknist, serliga við tí veikara beininum, um vit leggja dent á hetta í venjingunum.

HVUSSU VERÐUR HETTA GJØRT

Til venjingar og eisini til dystir hjá okkara liðum fara okkara leikarar at hava fótbóltssokkar, sum hava tveir ymiskar litir.

Fótbóltssokkurin á tí veikara beininum fer at hava ein meira sjónligan lit. Ella ein annan lit enn tann sum vit vanliga brúka.

Við hesum fara øll umkring venjingarnar og dystirnar, venjarar, viðleikarar, mótleikarar og øll, sum eru við, at minnast til, at vit skulu minnast til at venja bæði beinini. Ikki bara tað sterkara men eisini tað veikara beinið.

Í nøkrum av venjingunum fer tað at telja meira at brúka tað veikara beinið.

Eitt dømi kann vera, at eitt mál skotið við veikara beininum telur dupult.

Tann sjónligi sokkurin fer altíð at minna á at venja bæði beinini

Í onkrum av venjingunum fer bara at verða loyvt at brúka tað veikara beinið

Til aðrar venjingar fer evnið at verða at verja tað sterkara beinið hjá mótleikara, og harvið trýsta hann til at brúka tað veikara.

Alt hetta fer at verða meira sjónligt og lættari at venja við sokkum, sum eru ymiskar litir.

Tá vit meta, at leikarin er blivin nóg góður til at spæla fótbólt við báðum beinum, fær hann tann upprunaliga sokkin aftur, so hann tá hevur tveir sokkar, sum eru eins.

Verkætlanin fer at koyra fram til endan av 2019 og verður eftirmett loypandi.

Jón Pauli Olsen
Høvuðsungdómsvenjari