Veteranur comeback á 3. deild

49 ára gamli Bjarni Johansen var í málinum á Eiðinum í dag, tá 3. deild hjá FC Suðuroy tók ímóti Undrið FF. Hetta er 2. dystur har Bjarni er í málinum hjá 2. deild.

Dysturin endaði við 5-3 sigri til FC Suðuroy. Málini gjørdu Janus Augustinussen (2 mál), Gunnar Andreasen, Allan Enghamar, Adrian Holm.

Seint í dystinum fekk Undrið FF brotsspark, men veteranurin í FC Suðuroy bjargaði.