Vant verður í Marghøllini.
Nú eru allar kappingar hjá ungdómsdeildini lidnar og liðini hava havt avslutning.
Tí fara vit nú í ár, sum fyrsta ár eg veit um, beinleiðis til vetrarvenjingar við øllum liðunum hjá FC Suðuroy, bæði gentum og dreingjum.
Fylgið við inni á ymisku bólkunum, har koma vetrarvenjingartíðir og venjarar hjá liðunum at standa.
Vit fara yvir til, at árgangirnar sum skulu spæla saman í 2019, longu nú byrja at venja saman.
Vit hava nógvar ungdómsleikarar, so nógvar sum ongantíð fyrr.
Tí hava vit brúk fyri fleiri nýggjum venjarum.
Sigi endeliga frá, hvør vil hjálpa til við at venja tey nógvu liðini vit hava.
Øll hjálp er vælkkomin
Liðini sum luttaka í vetrarvenjingini eru:
LIÐINI | ÁRGANGIR |
U7 gentur | 2012-2013 |
U7 dreingir | 2012-2013 |
U9 gentur | 2010-2011 |
U9 dreingir | 2010-2011 |
U11 gentur | 2008-2009 |
U11 dreingir | 2008-2009 |
U13 gentur | 2006-2007 |
U13 dreingir | 2006-2007 |
U15 gentur | 2004-2005 |
U15 dreingir | 2004-2005 |
U17 Dreingir | 2002-2003 |
U18 Gentur | 2001-2003 |
U21 dreingir | 1998-2001 |
Minnist til, at allar gentur spæla ókeypis í FC Suðuroy.
Jón Pauli Olsen
Høvuðsungdómsvenjari
FC Suðuroy
tlf. 277927